Hon er ímyndin av tí eggjandi kvinnuni, og í ár hevði hon fylt 90 ár. Einans 36 ára gomul doyði hon av yvirdosis av sovitablettum, men í sínum stutta lívið megnaði hon at upplivað og avrikað nógv.
Hon tveitti týðiligt ongantíð nakað burtur. Tá hon doyði í 1962 hevði hon framvegis einar sandalur hjá sær, sum hon keypti undir øðrum veraldarbardaga. Kvitteringar fyri smør, ein fløska av sjampanju og gamlar bankabøkur vóru at finna millum ognir hennara, skriva útlendskir miðlar í dag.
Uppboðssøla verður í næstum við yvir 800 vørum frá Marilyn Monroe, skrivar Politiken umvegis Associated Press í dag.
Marilyn Monroe lat eftir sær fleiri hondskrivað brøv, har til ber at síggja inn á trupla sinn hennara. Hon skrivar millum annað í 1961 til sín sálarfrøðing, at “eg havi aftur nú ligið vakin alla náttina. Onkuntíð hugsi eg um, hví náttin er til. Hon eksisterar næstan ikki hjá mær. Tað tykist alt sum ein langur, ræðuligur dagur”.
Fleiri av fyrrverandi ognunum hjá Marilyn Monroe koma frá búgvinum hjá listamanninum Lee Strasberg, sum var tætt knýttur at Monroe.
Millum ognirnar, sum eru funnar, er eitt hondskrivað bræv frá Jean Kennedy Smith, systur John F. og Robert “Bobby” Kennedy.
Hon skrivar til Monroe:
“Eg skilji, at tú og Bobby eru tann nýggja eindin! Vit halda øll, at tú skalt koma við, tá ið hann kemur eystureftir aftur.”
Hetta týðir uppá tað, sum hevur verið grunað um síðani 50’ini, nevniliga, at Marilyn Monroe hevði eitt serstakt, kensluligt samband til Kennedy familjuna.