800 tons eru at taka á Sandsvág

- Laksurin í fyrstu tøkuni lá um fýra kilo, og vit eru væl nøgd við vøksturin, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Føroyar.

Tá Marine Harvest í vár setti fisk út á Sandsvág, var frammanundan gjørt av, at fiskurin skuldi takast aftur nú í heyst. Eftir nakrar miseydnaðar royndir at ala á vánni, var ætlanin ikki at taka nøkur óráð fyri hesaferð, tó at tað kundi verið freistandi at havt fiskin í ringunum í eina tíð aftrat, soleiðis at fiskurin gjørdist enn størri fyri tøku.

 

- Tað hevur eisini verið uppi og vent, um vit kanska skuldu latið fiskin gingið longri, men vit hava valt at halda okkum til upprunaligu ætlanina, og vit vilja við øðrum orðum binda um heilan fingur, sigur stjórin í Marine Harvest Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen.

 

Hann vísir á, at hesaferð hava tey havt bæði størri og sterkari aliringar, á Sandsvág, og ringarnir hava eisini ligið innari á vánni, samsundis sum smolt vórðu sett út í vár, sum vigaðu umleið eitt kilo. Enn er henda fyrsta royndin ikki heilt liðug, tí enn er allur fiskurin ikki tikin, og tað kann vera lumpisligt at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin.

 

- Men, tøkan av fiskinum er nú í gongd. Tað verða fýra tøkudagar, og teir fyrstu hava verið. Tað hevur viðrað illa, men vit eru væl í gongd, og nøkur hundrað tons eru tikin. Vit settu út umleið 200.000 smolt, og tað verða umleið 800 tons, sum skulu takast á Sandsvág tilsamans.

 

- Laksurin, sum varð tikin í fyrstu tøkuni, sum var um 250 tons, lá um fýra kilo, og vit eru væl nøgd við vøksturin í hesum tíðarskeiði. Tað tók sína tíð, áðrenn fiskurin, sum vit settu út í vár, byrjaði at eta, men eins og í fyrru aliroyndini á Sandsvág, hevur vøksturin verið góður, og fiskurin hevur trivist væl, sigur Hans Jákup Mikkelsen.