Í gárkvøldið legði Hjaltur Poulsen í Klaksvík nakrar reglur út á sín Facebook-vanga við myndum, har pápi hansara, Óli Poulsen, var á veg á flot.
- Pápi, 81 ára gamal á floti í skýmingini í kvøld. Hann var úti á Skálanesi, og báturin er 94 ára gamal. Man kann bara vera takksamur.
Hetta eru orðini hjá Hjalturi Poulsen, sum sjálvur átti og førdi skip í fleiri ár.
Á myndum, sum hann eisini hevur á sín vanga, sæst, at pápin stendur og sker fisk, og hetta er av fonginum, hann hevur fingið hesa løtu í bátinum.
Á túrinum í gjárkvøldið fiskaði Óli Poulsen við tráðu, sum er lættur og góður reiðskapur á grynri sjógvi, og fongurin hesa løtu rakk til nakrar døgurðar.
Hjaltur Poulsen hevur eisini lagt út eitt stutt video-brot, har hin 81 ára gamli hegnisliga í gamla báti sínum leggur frá landi.
##med2##
##med3##