Tað eru bert 82,5 metrar eftir at bora hjá teimum, sum hesa seinastu tíðina hava fingist við at gera undirsjóvartunnil um Vestmannasund. Tað merkir, at tað er minni enn fótbóltsvallarlongd eftir at bora undir Vestmannasundi. Væntandi verða Streymoyggin og Vágoyggin sameindir í aðru viku í januar.
Enn er fitt av vegaarbeiðið eftir at gera báðu megin tunnilin. Og sjálvandi skal eisini grót og annað ruddast av vegnum inni í sjálvum tunnilinum. Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt á vári í 2003. Arbeiðið við at gera undisjóvartunnilin um Vestmannasund fór ígongd 5. september 2000. Tað var tó ikki beinleiðis nakar nýggjur tanki at gera ein undisjóvartunnil, men eftir drúgt politiskt orðaskifti og kreppuár, so byrjaði arbeiðið við at gera ein undisjóvartunnil um Vestmannasund loksins síðsta ár.
Undisjóvartunnilin skal eftir ætlan vera 4,9 km. langur, tá hann er liðugur.