Eftir hagtølunum hjá Føroya Landfúta og Rigspolitiet at døma hava føroyingar tikið sera væl undir við møguleikanum at ogna sær ES pass. Talva 1 og diagram 1 vísa gongdina frá 1996 til 2007.
Talva 1: Hagtøl fyri útskriving av passum í Føroyum 1996-2007
A+B pass
1996
1998
2004
2006
2007
ES (Reyð)
21
1.960
3.576
5.423
5.379
FO (Grøn)
2.814
1.492
1.105
1.335
1.104
Í alt
2.835
3.452
4.681
6.758
6.483
Kelda: Føroya Landfúti (1996-98); Rigspolitiet, Keypmannahavn (2004-07)
Fyrsta árið var eftirspurningurin eftir ES passi tó ikki so stórur, bert 21 út av 2.835 valdu ES pass svarandi til undir eitt procent. Føroyingar høvdu enn ikki uppdagað hvørjar fyrimunir og møguleikar ES passið gav teimum, men longu tvey ár seinni í 1998 var talið á ES passum 57% út av 3.452, tvs meir enn helmingurin.
Gongdin síðani 2004 vísir at um 80% av øllum, sum fingu sær nýtt pass valdu ES pass, og í
2007 útgjørdu ES passini heili 83% av teimum 6.483, ið fingu sær nýtt pass.
Í hesum altjóðagerðandi tíðum er rætturin til ES pass av vitalum týdningi fyri føroyingin, og tí kemur gongdin við ES passunum helst at halda fram, soleiðis at flest allir føroyingar um 6-8 ár hava ES pass.
SHAPE * MERGEFORMAT
Henda gongdin er í tráð við tað, sum Bill Clinton segði í Norðurlandahúsinum, tá hann vitjaði land okkara í fjør: “Í felagskapi megna vit alt – einsamøll megna vit einki”.
At 83% av føroyingum longu nú velja at fáa sær ES pass er tekin um, at ES-frælsi í ríkisfelagsskapsregi í praksis hevur breiða undirtøku millum føroyingar.
Diagram 1: Útskriving av passum í Føroyum 1996-2007 (útvald ár)
17%
20%
24%
43%
99%
1%
57%
83%
80%
76%
0%
20%
40%
60%
80%
100%
1996
1998
2004
2006
2007
FO (Grøn)
ES (Reyð)