83 ára gamal á floti í nýggjum báti á gomlum leiðum

- Vit avgjørdu at stevna inn á Neshamar á Nesi og náddu inn higar við egnari hjálp. Nú kom smiðjumaðurin umborð aftur, og endin var, at hann avgjørdi at koma við okkum til útróðrar, so hann veruliga kundi "kekka" maskinuna

Hugleiðing

Hann er 83 ára gamalur, men bæði knáur og klárur, sum ein annar unglingi.
Í mong ár hevði hann "hjallin á sjónum", og tey seinnu árini av arbeiðslívinum arbeiddi hann í fiski.
At "bundin er bátleysur maður", man hann hava sannað, síðan hann fyri nøkrum árum síðan seldi fitta og snøgga træbátin, hann hevði í nøkur ár. Knøini vóru farin at bila, men nú tey eru skift, er eingin trupulleiki at standa í báti ein heilan dag.
Men nú eigur hann ongan bát at fara við...
Og tó.
Eigur tú ein góðan systurson, sum eisini dámar væl at flóta, er einki ómøguligt.
Ein góðan dag herfyri slapp 83 ára gamli, Hans Jacob á Gadd á Nesi, aftur at royna seg í báti, sum hann so mangan hevur gjørt áður.
Báturin hjá systursoninum, Albergi, er júst vorðin longdur á SD-Beding, og man í dag vera um 30 føtur til longdar.
Góður og rúmligur er Norðkapp, nú hann er flotaður aftur, og við somu maskinu er ferðin størri enn áður.
- Hetta er ikki besta tíð til smáfisk, helt Hans Jacob fyri, tá ið vit spentir loystu í Oyrunum á Toftum hendan tokuta morgun.
Síðan báturin bleiv flotaður aftur eftir leingjanina, høvdu smávegis trupulleikar verið við brennioljuføringini.
So nú skuldi roynast aftur, um alt var í lagi.
Í dýrdarveðri úteftir Skálafjørðinum riggaðu vit snørini til, og Hans Jacob hevði sjálvur teir húkar við sær, sum hann ynskti at hava undir teininum, ið hekk undir snelluni.
Agnið var rækur og makrelur.
Tann 83 ára gamli valdi at hava ein vanligan seiðapilk og ein stoyptan húk undir.
Uttan at síggja land, kastaðu vit fyrstu ferð suður úr Eystnesi. Tað rak vestur  og so hvørt, sum vit róku vestur í fjørðin, var líkt til, at rákið harðnaði nakað.
Vit høvdu ikki ligið leingi, fyrr enn vit varnaðust, at maskinan ikki gekk, sum hon skuldi. Hon slóknaði, men startaði í fyrstu syfti aftur. At enda lógu vit og fingu ikki í gongd aftur.
Meðan vit róku vesturyvir og suður í Nólsoyarfjørð, fingu vit allatíðina onkran fisk, og tí valdu vit at hava snørini úti, meðan vit bíðaðu eftir "hjálp".
Vit høvdu góða tíð, og tímdu tí ikki at leika so í.
Suður úr Hólmafles gjørdist botnurin so ringur  og rákið var so hart, at snørini stundum hingu føst.
Tað kostaði okkum tað eina loddið.
Men at reka uttan motor í tímar, nyttaði ikki nógv, um dagurin skuldi vignast. Tí ringdi bátseigarin til dugnaliga smiðjumannin, Søren S. Danielsen.
Tað gekk ikki long tíð, til smiðjumaðurin og Páll Højgaard í útróðrarbátinum Trúgva, sum Páll rekur, vóru á veg suður í fjørðin.
Komin umborð, tók tað ikki langa tíð hjá smiðjumanninum at fáa bátin í gongd aftur. Hann fann plastikspønir í oljupumpuni, og tá ið hann hevði sett pumpuna saman, reyk motorurin í gongd aftur.
Tá ið smiðjumaðurin var farin umborð á Trúgva aftur, og alt vísti seg at vera í lagi, løgdu vit leiðina eysturyvir, norður móti Grynnunum, teir rópa.
Men longu áðrenn vit komu á Eystnes, varnaðust vit, at nú var aftur galið - og báturin misti ferð.
Vit avgjørdu tí at stevna inn á Neshamar og náddu inn higar við egnari hjálp.
Á Neshamri kom smiðjumaðurin umborð aftur, og nú avgjørdi hann bara at koma við okkum til útróðrar, so hann veruliga kundi "kekka" maskinuna.
Hans Jacob tosaði við unnustu sína, Onnu, áðrenn vit loystu aftur á Hamrinum, og tað gjørdi bátseigarin eisini, sum stóra myndir vísir.
Hin 83 ára gamli segði konuni, hvussu gingist hevði, men legði aftrat, at vit ætlaðu at loysa aftur, og at hann helst gjørdist seinur aftur til húsa.
Nú høvdu vit mist vestfallskyrrindini, sum vit annars væntaðu at fáa um 14-tíðina.
Á veg útaftur riggaði smiðjumaðurin sær eitt snøri til, soleiðis at hann eisini kundi njóta túrin hendan góðveðursdag.
Nú bar leiðin norður móti Høgnaboða, har vit ætlaðu at royna bæði á tí grunna og niðureftir kantinum eystureftir.
Komnir norður, vóru nakrir fiskar at fáa, og vit fingu eisini nakrar vakrar reyðar uppi á tí grynsta á Høgnaboða.
So hvørt, sum vit róku eysturyvir, dýpti rættiliga nógv, og á eystfallinum stóðu snørini illa niður, tí so nógv lína var úti.
Í dýpinum vóru nakrir blankir og vakrir fiskar at fáa, men ov lítið til at vera liggjandi.
Meðan snørið rann niður, tóku vit av og á onkran havhest við króki.
Tá ið eystfallið harðnaði, løgdu vit beint norður um Mjóvanes, men hetta gav lítið.
Ávegis heimyvir aftur, løgdu vit á Hamragrynnuna heimanfyri Nevið, og vit løgdu eisini á Æðuvíksrivið.
Nú var dagurin so nógv liðin, at vit avgjørdu at stevna aftur til lands.
Fiskurin skuldi kryvjast og fuglurin skrædlast.
Talið gjørdist 150 fiskar og 16 havhestar.
Ikki nógv, men heldur ikki einki.
Hans Jacob var "fit for fight" á øllum túrinum, og hann var ikki troyttari enn vit aðrir, tá ið vit um 19-tíðina løgdu at landi aftur í Oyrunum á Toftum.
At vit høvdu smiðjumannin umborð, var ein fyritreyt fyri hesum seinnapartinum á floti. Hevði maskinan hug at "vrøvla", var næstan nóg mikið, at Søren S. Danielsen vísti seg í maskinrúminum!
Tað skuldi nevniliga vísa seg, at torført var at finna út av, hvør veruligi trupulleikin við brennioljuni var.
Sum dagarnir gingu, gjørdist greitt, at orsøkin til trupulleikarnir vóru nakrar plastik-spønir, sum vóru endaðar inn í nýggju plastik-tangunum, sum settir eru í bátin, nú hann er longdur.
Hetta var ein frálíkur snøristúrur, bæði til likams og sálar, bæði fyri okkum yngri og fyri Hans Jacob á Gadd, sum ágrýtin og við hepni stóð við snørið allan hendan dagin.