Í dag fyllir Petur Hans Poulsen 85 ár. Hann er sonur Guðruna og Hans Poulsen í Havn.
Pápin sjólætst við Nýggjabergi, sum varð søktur av týskum kavbáti hin 7. mars í 1942.
Petur Hans fór í læru á Tórshavnar Skipasmiðju sum skipstimbrari, og seinni gjørdist hann eisini bedingsmeistari.
Hóast hann eisini hevur fingist við annað arbeiði, hevur Tórshavnar Skipasmiðja verið arbeiðsplássið hjá honum ein stóran part av lívinum.
Petur Hans var eisini sløkkiliðsmaður í nógv ár, og hann fekk í sínari tíð heiðursmerki frá drotningini fyri trúgva og drúgva tænastu.
Umborð á sluppini Westward Ho síggjast spor av óvanliga hegnisligu og arbeiðssomu hondunum hjá Peturi Hans.
Seinastu tíðina hevur Westward Ho staðið á bedingingini hjá Mest í Havn, har fleiri plankar eru skiftir, og aðrar dagføringar eru gjørdar.
Um middagsleitið í dag vóru vit ein túr á bedingini, og her var føðingardagsbarnið saman við øðrum góðum monnum í sving.
Roykurin av heitum biki, sum er svart tjúkt evni vunnið úr tjøru, kendist í næsunum.
Her vóru teir tríggir á myndini, Martin Tórgarð, Jógvan Páll Jensen og føðingardagsbarnið, 85 ára gamli, Petur Hans Poulsen, í gongd við umvælingararbeiðið.
Vit ynskja Peturi Hans Poulsen hjartaliga tillukku við degnum.