Ólavur í Beiti
Føroya Løgting játtaði í fjør pening til at gera eina langtíðarætlan fyri samferðsluíløgur í Føroyum. Sambært fíggjarlógini fyri 1998 var endamálið at samskipa samferðsluna betri og gera kostnað-nyttu (cost-benefit) útrokningar av ymiskum íløgumøguleikum.
Vinnumálastýrið setti ein samferðsluverkætlanarbólk at loysa uppgávuna. Bólkurin var mannaður við umboðum úr Strandfaraskipum Landsins, Landsverkfrøðingsstovninum og Vinnumálastýrinum.
Og í samandráttinum sigur Finnbogi Arge, at samferðsluætlanin lýsir nýggjar verkætlanir, ið kunnu fáa avgerandi týdning fyri samferðslukervið. Tó eru fleiri verkætlanir eftir, ið ikki eru tiknar við. T.d. eru einstøk vegastrekki kring landið, sum ikki eru útbygd til tunga ferðslu. Verkætlanir, ið kunnu bøta um hesar trupulleikar, eiga at verða lýstar eins gjølla og tær, ið eru í hesari frágreiðing.
66% í dag
? Í dag hava umleið 66% av íbúgvunum í Føroyum sínámillum vegasamband. Samferðslubólkurin mælir m.a. til íløgur í tveir undirsjóartunlar, og verður hetta veruleikin einaferð, koma nærum 85% av føroyingum at hava beinleiðis vegasamband hvør við annan. Um Vágoyggin og Norðoyggjar fáa fast samband við meginøkið, og Sandoyggin og Suðuroyggin fáa nýggj og betri skip, eru fortreytirnar fyri menning av vinnulívi og trivnaði hjá borgarum munandi batnaðar.
? Samferðsluætlanin skal ikki skiljast sum ein roynd at venda aftur til ovurstóru íløgurnar í áttatitalinum. Hetta er ein roynd at lýsa tørvin á høvuðsíløgunum í samferðslukervið næstu 10-15 árini, soleiðis at Løgtingið betri kann leggja eina raðfesting til rættis. Búskaparliga gongdin og fíggjarligu karmarnir fara sjálvsagt at avgera, hvussu skjótt farast kann fram.
Landsstýrismaðruin í samferðslumálum sigur eisini, at hetta er fyrsta kanning sum nakrantíð er gjørd í Føroyum, og vónar hann tí eisini, at tingið fer at viðgera hana í stórum álvara.
Broytingar
Í frágreiðingini hjá Verkætlanarbólkinum verður skotið upp, at hesar verkætlanir verða gjørdar: Fast samband um Vestmannasund, tunnil Millum fjarða ? Kambsdal og samband um Leirvíksfjørð, og at henda raðfylgja eisini verður.
Upplýst verður eisini, at kanningar eru gjørdar av farleiðunum til Suðuroyar/Sandoyarøkið. Komið varð fram til, at verandi skipan, har Smyril røkir siglingina beinleiðis millum Suðuroy og Tórshavn, meðan (nýggi) Tróndur røkir siglingina til Sandoyarøkið, er tann, ið loysir seg best samfelagsbúskaparliga.
Og skotið verður upp, at gjørt verður nýtt Suðuroyarskip, nýtt skip at røkja siglingina til Fugloyar og Svínoyar og nýtt avloysaraskip, og er metti kostnaðurin: Vestmannasund 240 mió. kr., Leirvíksfjørður 300 mió. kr., Fjarðar-Kambsdalur 115 mió. kr., suðuroyarskip 190 mió. kr., svínoyar/fugloyarskip 20 mió. kr. og avloysaraskip 20 mió. kr. ella tilsamans 885 mió. krónur.
Tíðarhorisontur
Og bólkurin sigur víðari, at um hugt verður eftir teimum stóru íløgunum, ið mælt verður til at fremja komandi árini, er metti kostnaðurin tilsamans knappar 900 mió. kr. Tað sigur tí seg sjálvt, at hesar íløgur mugu fremjast yvir eitt longri áramál, og at ein raðfesting av íløgunum er neyðug.
? Møguligt er at fíggja part av íløgukostnaðinum av undirsjóartunnlunum við bummpengum, men havast má í huga, at eisini stórar viðlíkahalds- og rakstrarútreiðslur verða av undirsjóartunnlum.
? Neyðugt varð av tekniskum orsøkum at seta hol á verkætlanina at byggja nýtt skip til Suðuroyar- og Fugloy/Svínoyarleiðina sum skjótast, og peningur er avsettur á fíggarlógini fyri 1999 til at fara undir projektering av verkætlanunum. Í ár 2000-2002 skulu sambært fíggjarlógini játtast í alt 190 mió. kr. til sjálva byggingina.
? Hvussu skjótt tað er ráðiligt at fremja omanfyri nevndu verkætlanir, er í stóran mun treytað av fíggjarstøðu landskassans og búskaparligu gongdini í samfelagnum sum heild. Um búskapurin er upphitaður, kann tað gerast neyðugt at vísa hógv við teimum almennu íløgunum.
Verkætlanarbólkurin vil tó mæla til, at raðfest heldur verður millum einstakar verkætlanir, enn at raðfesta yvir tíð. Við hesum meinast við, at um íløgukarmurin er lítil, skal ein heldur royna at avmarka talið av verkætlanum, enn at byrja nógvar ymiskar verkætlanir, sum ein so noyðist at draga út í nógv ár. Heldur arbeiða við einari verkætlan í senn, ið tekur 5 ár at fremja, enn at arbeiða við tveimum verkætlanum í senn, sum so noyðast at koyra fyri lágum blussi í 10 ár.
? Skjótari einstakar verkætlanir verða framdar, skjótari fáa borgararnir ágóðan av almennu íløgunum, og harvið sparir landið í veruleikanum rentuútreiðslur, í mun til støðuna, har arbeitt verður spakuligari við fleiri verkætlanum í senn.
Gásadalstunnilin aftur
Men tað verður ikki bert hugsað um omanfyri nevndu verkætlanir, tí eisini verða framtíðar raðfestingar havdar í huga, at tá verður hugsað um hesar verkætlanir: vegastrekkið Skálabotn-Strendur, vegastrekkið Oyri-Brúnna við Streymin, Gásadalstunnilin og ábøtur/umbyggingar av ymsum ferjulegum
Verkætlanarbólkurin vil tó mæla til, at eisini hesar verkætlanir verða gjølla lýstar, og fyrimunirnir av at fremja tær verða vigaðar upp ímóti fyrimununum í fáast burturúr at fremja aðrar verkætlanir. Lyklaorðið er sum ikki einaferð: raðfesting av íløgunum, slær verkætlanarbólkurin fast.