88 fólk doyðu, og 42 fingu skaða, tá eitt teilendskt flogfar fór av lendingarbreytini undir lending á frítíðaroynni Phuket Ein talsmaður hjá teilendsku myndugleikunum segði í dag, at umleið helmingurin av ferðafólkunum í flogfarinum vóru úr Evropa.
Teilendska flogfelagið sigur, at eingin danskur ríkisborgari var í flogfrarinum, men danska sendistovan í Teilandi vil ikki vátta tað enn, sigur danska útvarpið.
Vanlukkan hendi í vánaligum veðri. Flogfarið fór á glið á lendingarbreytini, rendi á nøkur trø, og eldur kom í tað.