Ársins vinnari av Kondisúkklukappingini á SEV er funnin, sigur SEV á heimasíðu síni. Vinnari er 9.B á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, og fyrrapartin var Kristiana Rein, orkuráðgevi, norðuri á skúlanum og handaði sigrandi flokkinum próvskjalið, sum var undirskrivað av SEV-stjóranum Hákuni Djurhuus.
Liður í el-evnisdegi
Kondisúkklukappingin er liður í el-evnisdegnum, sum 9. flokkar úr øllum landinum hava á SEV í vetrarhálvuni. 30 flokkar við tilsamans 569 næmingum vitjaðu á SEV í hesum ørindum í vetur.
Allir flokkar uttan ein høvdu høvi at royna seg á kondisúkkluni. Kappast verður um, hvør flokkur kann súkkla mest kWh inn á súkklubarometrið.
Tann dagin, Hvalbiar skúli við 10 næmingum vitjaði, var súkklan tíverri í ólagi, so 559 næmingar hava roynt súkkluna í hesum umfari.
Hesi 559 súkklaðu tilsamans tað, ið svarar til 3,87 kWh ella 0.007 kWh í meðal fyri hvønn næming.
Súkklaðu fyri 23 oyru!
9.B á Oyrarbakka vitjaði á SEV 1. desember í fjør saman við flokslæraranum Tanju Ejdesgaard.
Teir 15 næmingarnir í flokkinum súkklaðu 0,206 kWh og gevur hetta 0.0137 kWh í meðal fyri hvønn næming.
Um sami prísur skuldi verið latin fyri hesar kilowatt-tímarnar, sum brúkarin letur fyri elorkuna frá SEV, høvdu næmingarnir á Oyrarbakka fingið 0,23 (!) oyru fyri alla orkuna, sum teir løgdu í súkklingina henda dagin á SEV.
Tíbetur var hetta ikki høvuðsvinningurin í kappingini, men harafturímóti ein túrur fyri allan flokkin og lærarar á Hvonn í Havn at eta pizza og sodavatn við ísi omaná.