16 spælarar eru tiknir út til kvinnulandsliðið, og av teimum hava 9 spælarar umboðað KÍ í hesum kappingarárinum. Tær eru: Ragna Patawary, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Olga Kristina Hansen, Doris í Garði Joensen, Randi S. Wardum, Bára S. Klakstein og Vivian Bjartalíð. Harafturat kemur Annelisa Justesen, sum nú hevur skift til ÍF Føroyar at spæla.
Hinir spælararnir á kvinnulandsliðnum eru: Bjørg B. Syderbø AB, Heidi Sevdal, Unnur Danielsen og Rúna Højgaard B36, Rósa Magnussen, Jacoba Langgaard og Mary Ann Isaksen GÍ.
Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla altjóða kapping í Litava í døgunum frá 2. til 7. November, og mótstøðuliðið verða tey trý baltisku londini - Estland, Letland og Litava.