Tað gongur betri hjá London-liðnum, West Ham United í bestu ensku deildini, enn tað hevur gjørt í fleiri ár.Úrtøkan hjá West Ham United er metgóð í Premier League.
Síðani Premier League byrjaði í 1992-93 hava "The Hammers" ongantíð fingið eina so góða byrjan. West Ham hevur sett met fyri felagið við at vinna 24 stig í teimum fyrstu 14 dystunum.Seinast West Ham fekk eina so góða byrjan í tí bestu ensku fótbóltsdeildini var kappingarárið 1983-84. Tá endaði West Ham á einum 9. plássi.
Og talið "9" er nakað serligt hjá West Ham. Tey seinastu níggju málini hjá West Ham í Premier League eru nevnliga skoraði av níggju ymiskum spælarum. Tey seinastu níggju málini eru deild yvir Kevin Nolan, James Tomkins, Aaron Cresswell, Maoro Zarate, Stewart Downing, Enner Valencia, Morgan Amalfitano, Carlton Cole og Diafra Sakho.
Metið eigur tó Manchester United, sum tíðarskeiðið 15. september til 20. oktober í 2012 hevði 11 málskjúttar til tey 11 málini, sum liðið fekk hetta tíðarskeiðið.
Blackburn hevði tó havt metið við 13 málskjúttum til 13 ymisk mál við kappingarbyrjan í 2001. Men tvey av hesum 13 málunum vóru sjálvmál, og tí hevur Blackburn ikki fingið góðskrivað metið.