Eingin sum er yvir 30 ára gamal gloymir dagin fyri 20 árum síðani. Tórshavnar Býráð við Poul Michelsen, borgarstjóra á odda hevði júst fingið felags antennuætlanina »Rás Tórshavn« upp at koyra hetta heystið, og tað var ein góð timing hjá Tórshavnar Býráð. Við BBC World Service í hvørjari stovu í høvuðsstaðarøkinum bar til saman við øllum øðrum europearum at fylgja við tí spennandi gongdini, tá Berlin-múrurin fall hendan minniliga dagin fyri 20 árum síðani.
Stóð í 28 ár
Múrurin stóð í 28 ár sum ein ónd ímynd av kúging og ófrælsi. Fyrstu tíðina var talan um 12 kilometrar við betongi, og 137 kilometrar við píkatráði. Verkætlanin hjá kommunistisku DDR-stjórnini at gera ein samanhangandi betongmúr byrjaði í 1965.
Tá alt stóð liðugt var talan um 106 kilometrar við 3,5 metra høgum betongmúrum, 67 kilometrar við 3-5 metrar høgum píkatráði. Tað vóru 116 eftirlitstorn og 20 bunkarar, 105 kilometrar við pansaragrøvum. Nógv vaktarfólk og hundar ansaðu eftir, at eingin skuldi flýggja vesturum allan sólarkringin.
Mett verður, at millum 1961 og 1989 flýggjaðu yvir 5.000 fólk vesturum. Umleið 3.200 fólk blivu fangaði av eysturtýsku eftirlitsfólkunum. Stór óvissa valdar um, hvussu nógv blivu skotin í royndunum at flýggja til Vestur-Berlin. Men hildið verður tó, at talan má vera um minsta lagið 1.000 fólk vóru myrd í royndini at flýggja til frælsi. Tað verður kortini mett at vera rættiliga vist, at 136 fólk vóru skotin við múrin.
Talan var í stóran mun um mannfólk, sum vóru millum 16 og 30 ára gamlir. Yvirborgmeistarin í Berlin, Willy Brandt, sum seinni gjørdist týskur samveldiskanslari mótmælti harðliga, at eysturtýsku myndugleikarnir bygdu múrin, men tað rein ikki við kommunistiska einaræðið í DDR.
Náttina millum 9. og 10.
Berlinmúrurin fall náttina millum hósdagin 9. november og fríggjadagin 10. november í 1989. Ungarn hevði stutt frammanundan latið markið upp til Eysturríki, og nú vaks kravið frá eysturtýska fólkinum um at sleppa at ferðast frítt til Vestur-Týskland. Tann einstaka hendingin, sum gjørdi, at múrurin fall, var ein tíðindafundur hjá tí kommunista stjórnarstýrisliminum, Gunther Schabowski, sum var varpaður beinleiðis í eysturtýskum sjónvarpi. Ímóti endanum av tíðindafundinum las Schabowski upp eina fráboðan frá DDR-stjórnini um eina nýggja reglugerð fyri ferðing hjá DDR-borgarunum. Hetta gjørdi hann, hóast at tað seinni vísti seg, at avgerðin ikki var formelt tikin.
Tá Schabowski var liðugur at lesa fráboðanina, spyr ein útlendskur journalistur úr salinum:
»Nær fær hetta gildi?«.
Og tá hendir tað, sum í týsku søguni verður nevnt Tað eydnusama mistakið«.
Schabowski svarar fjøldini av útlendskum ferðafólkum við minniligu orðunum:
»AB SOFORT« (Beinavegin).
Seinastu orðini á tíðindafundinum fingu fleiri vesturtýskar útvarps- og sjónvarpsstøðir at bera tíðindini, at »nú var múrurin opin«. Hetta fekk túsindtals DDR-borgarar at leita seg til vesturtýska markið, har tey kravdu av marknaeftirlitsfólkunum at sleppa frítt ígjøgnum til Vestur-Týsklands.
Hvørki marknaløgreglan ella »Stasi« vóru gjørd kunnug um broyttu ferða-reglugerðirnar, sum Gunther Schabowski hevði borið fram á tíðindafundinum sama kvøldið.
Bornholmer Strasse fyrst
Fyrsta staðið har markið var latið upp var í Bornholmer Strasse. Løtu seinni var markið latið upp á fleiri øðrum støðum, og gjøgnum náttina, og tíðliga um morgunin floymdi ein stórur streymur av eysturberlinarum inn í Vestur-Berlin. Mongu eysturtýskarnir sum leitaðu sær til Vestur-Berlin blivu stórliga fagnaðir. Og tey flestu vertshúsini bjóðaðu ókeypis øl fyri at hátíðarhalda ta søguligu løtuna.
Fólk sum ongantíð høvdu møtst í lívinum hálsfevndust og táraðu av gleði. Í øllum gleðisrúsinum klatraðu fleiri vestur-berlinarar upp á múrin og upp á Brandenburger Tor, sum hevði verið púrasta ógjørligt at gjørt bara eitt samdøgur áðrenn. Tá tað frættist í vesturtýska samveldistinginum, sum tá hevði sætið í Bonn, at múrurin var fallin, steðgaði orðaskiftið, og allir tinglimirnir stemmaðu í tann týska tjóðsangin.
Ùtlendingar sakna múrin
Nú 20 eru liðin síðani vit tilkomnu og eldru sótu sum negld til sjónvarpsskíggjan, eru ikki so mong spor eftir av múrinum. Í tí stóra gleðisrúsinum fyri 20 árum síðani, høvdu berlinarnir bara eina stevnu, og tað var at rudda múrin burtur, og ongantíð ov skjótt. Mong møttu sjálvboðin fyri at høgga múrin sundur í smápetti. Kortini goymdu mong eitt petti av múrinum sum eitt minni. Og ta einu tíðina gjørdist tað rættiliga væl umtókt at selja pettir av Berlin-múrinum til útlendsk ferðafólk.
Seinastu tíðina hava býarmyndugleikarnir í Berlin kortini givið gætur, at tey mongu útlendsku ferðafólkini hava alstóran áhuga í at síggja múrin. Ein meiningskanning, sum er gjørd millum útlendsk ferðafólk, sum vitja Berlin vísur, at ferðafólkini eru vónsvikin av, at múrurin er so lítið sjónligur, og at berlinarar hava oyðilagt eitt minni í heimssøguni. Mong ferðafólk halda eisini, at múrurin kemur undir tað, sum ein nevnir »Heims-mentunnararvur«.
Í Týsklandi eru fólk kortini meira upptikin av at javna livistøðið millum fólkini í teimum eystaru og vestaru landspørtunum enn, at múrurin skal hava eina framtíð sum turistattraksjón.
Munurin millum vælstandin og vælferðina í tí fyrrverandi DDR og í tí fyrrverandi BDR er framvegis ræðandi stórur. At varðveita múrin hevur heldur ikki havt stóran áhuga millum týskar politikkarar. Tað selur ikki politiskt at vilja varðveita eitt keðiligt og dapurt minni í søgu Týsklands.
3.000 metrar eftir
Kortini eru tað berlinarar, sum halda, at tað síðsta sum er eftir av múrinum má varðveitast, so fólk kunnu skilja hvussu ræðuligt tað var at liva undir kommunistiska stýrinum.
Tað er eisini markerað í gøtum og strætum, hvar múrurin gekk, so ferðafólk kunnu fylgja eini múrarslóð.
Bara umleið 3.000 metrar eru eftir av Berlin-múrinum. Tað longsta pettið liggur tætt við tokstøðina í Eystur-Berlin, og er tað pettið umleið 1.000 metrar langt.
Við kendasta marknaðareftirlitið »Checkpoint Charlie« eru ung lesandi, sum eru ílætin sum marknaðareftirlitsfólk frá tíðini, tá múrurin stóð. Har leita mong ferðafólk fyri at fáa eina fotomynd, sum eitt minni um ein túr í Berlin.