9 skúlar hava færri enn 25 næmingar

7.200 næmingar ganga í skúla í føroyska Fólkaskúlanum og í teimum trimum frískúlunum

Savnsmynd, Sosialurin

Nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, eru 7.200 næmingar farnir í skúla í øllum fólkaskúlunum og frískúlunum kring landið.

Í teimum 39 fólkaskúlunum ganga tilsamans 6.969 næmingar. 231 næmingar ganga í serflokkum, 9 ganga á Lopfjølini, 61 á Skúlanum á Trøðni og 170 í teimum trimum frískúlunum.

Níggju skúlar eru so smáir, at teir tilsamans ikki hava næmingar til fleiri enn ein skúlaflokk, 24 næmingar. Teiru eru:

    Skúli    Næmingar

1    Hvalvíkar skúli: 24 næmingar

2    Velbastaðar skúli: 24 næmingar

3    Frískúlin í Havn: 23 næmingar

4    Hósvíkar skúli: 17 næmingar

5    Nólsoyar skúli: 11 næmingar

6    Haraldssunds skúli: 5 næmingar

7    Oyndarfjarðar skúli: 4 næmingar

8    Skálavíkar skúli: 3 næmingar

9    Húsar/Syðradals skúli: 2 næmingar

 

Savnsmynd, Sosialurin