90 fólk arbeiða hjá Vaðhorn Seafood

- Øll, sum arbeiddu á Vaðhorn Seafood á Eiði, fingu møguleikan at halda fram á Strondum, sigur Jens Martin Knudsen.

Hjá Vaðhorn Seafood á Strondum framleiða tey eini 4000 tons av lidnum saltfiskavørum um árið. Nógv tann størsti parturin av framleiðsluni er vátsaltað fløk, sum telur eini 90 prosent av framleiðsluni. Tað vátsaltaða verður ikki fryst.

 

Í eina tíð hevur Vaðhorn Seafood eisini átt virkið á Eiði, har tey serliga fingust við fullsaltað, men um ársskiftið avgjørdu eigararnir av fyritøkuni at selja virkið á Eiði. Hetta merkti tó ikki, at fólkini, sum vóru í framleiðsluni har, mistu arbeiði.

 

- Vit settu eina linju aftrat upp á Vaðhorn Seafood á Strondum, og øll - eini 25-30 fólk - fingu møguleikan at halda fram á virkinum á Strondum ístaðin. Vit tóku linjuna niður á Eiði í endanum av 2018, og hin 6. januar í ár stóð linjan klár aftur á Strondum.

 

Jens Martin Knudsen, virkisleiðari og annar av eigarunum av Vaðhorn Seafood, sigur, at skifti millum Eiði og Strendur ikki kostaði arbeiðsfólkinum nakran mistan arbeiðsdag av hesi orsøk, og hann leggur aftrat, at samlaða talið av starvsfólki liggur um 90.

 

- Vit útflyta fyri einar 170-180 miljónir krónur um árið, og avlopið seinnu árini hevur ligið um nakrar miljónir krónur um árið, sigur virkisleiðarin á Vaðhorn Seafood á Strondum.