90 fakfólk luttikið á skeiði um MBD/DAMP!

Fríggjadagin varð hildið eitt skeið fyri fakfólk, ið arbeiða við børnum, um evnið »Børn og MBD/DAMP«.

Sera stórur áhugi var. Umleið 90 fakfólk luttóku á skeiðinum. Hetta vóru m.a. heilsusystrar, pedagogar, lærarar og sosialráðgevarar.

Skeiðhaldarar vóru Egil Ruud, barnaneurologur og yvirlækni, og Berit Langlete Hage, sernámsfrøðingur.

Hesi bæði hava hildið nógv skeið um børn, ið eru virkistarnað av neurobiologiskum orsøkum sum t.d. MBD/DAMP. Hesi hava tað til felags, at tey bæði eiga børn við diagnosuni MBD/ DAMP.

Tá tosað verður um MBD /DAMP, verður ofta hugsað um børn, ið eru ókonsentrerað, friðleys og um børn, sum hava motoriskar trupulleikar, og ofta kenna og hoyra foreldur, at tey óivað eru ein av orsøkunum til, at barn teirra hevur hesar trupulleikar.

Egil Ruud undirvísti í MBD/DAMP sum eitt viðføtt brek, ið ger, at barnið verður virkistarnað, um barnið ikki skjótast tilber verður sett í viðgerð. Hendan viðgerð kann bæði vera medisinsk og pedagogisk. Fyri at kunna eygleiða er tað týdningarmikið, at fakfólk kenna tey eyðkenni, ið eru sermerkt fyri MBD/ DAMP, og eru vitandi um teir viðgerðarhættir, ið skulu til fyri at hjálpa hesum børnum.

Á skeiðnum var einamest tosað um børn í skúlaaldri, og hvørji konkret tiltøk, ið kunnu setast í verk í skúlanum fyri at hjálpa barninum og á hvønn hátt vit eiga at umfarast hesi í skúla og heima.

Børn, sum seinni fáa diagnosuna MBD/DAMP, hava ofta havt eyðkenni líka frá móðurlívi. Hetta kunnu t.d. vera børn, ið eru sera ring at troysta, hava havt kolik og hava verið torfør at tulka signalini frá. Ein hevur leingi hildið, at hesi børn »vaksa frá« teim eyðkennum, ið MBD/DAMP hevur við sær, men so er ikki. Tann ófriður, ið valdar hesum børnum, broytist ofta í tannárunum til ein innara ófrið, ið gevur aðrar sálarligar og sosialar trupulleikar.

Upplýsingar um MBD/ DAMP kunnu fáast hjá felagnum á tlf. 82005 ella hjá MBF á tlf 170373.