90 prosent minni vandi fyri at doyggja av omikron

Samanborið við delta frábrigdið er vandin fyri at doyggja av omikron 90 prosent minni

(Mynd: Ritzau Scanpix)

Ein nýggj kanning í USA vísir, at vandin fyri at doyggja av omikron frábrigdinum av covid-19 er 90 prosent minni enn av delta frábrigdinum. Harafturat hevur omikron nógv færri innleggingar á sjúkrahús við sær enn delta.

 

Tvey amerikansk universitet hava gjørt kanningina, sum umfatar 70.000 koronusmittað fólk, skrivar Ritzau.

 

Sambært kanningin er møguleikin fyri at verða verða innløgd á sjúkarhús helvtina minni við omikron enn við delta – og heili 75 prosent minni fyri innlegging á intensiva deild. Kanningin vísir eisini, at innløgd fólk vóru í styttri tíð á sjúkrahúsi við omokron enn við delta.

 

Kanningin er enn ikki eftirmett av óvildugum fakfólkum.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)