90 ár síðan Petur Háberg varð føddur

Tað eru liðin 90 ár síðan røðarin, skaldið og rithøvundurin Petur W. Háberg varð føddur. Í sambandi við dagin verða bøkur og fløgur givnar út og sangløta verður í Ebenezer.
   Petur William Háberg varð føddur í Havn 31. august 1914 og doyði 70 ára gamal 25. oktober 1984. Foreldrini vóru Poli Joensen, skómakari, ættaður av Selatrað, og Malla Petersen, ættað úr Geil í Havn.
    Sum unglingi tók Petur ímóti Jesusi Kristi sum persónliga Frelsara sínum, og tráan hansara stóð til at vitna, tala, yrkja, týða og skriva um Harra sín.
    Meðan tey ævigu virðini lógu fremst í lívi hansara, hevði hann eisini áhuga fyri máli, mentan og samfelagsviðurskiftum annars. Hann hevur lagt úr hondum fitt av bløðum og bókum. Hann stóð fyri nýggju útgávuni av Songbók Guds Fólks í 1976 og var ein av oddamonnunum fyri útgávuni av fyrstu føroysku Bíbliuni í 1949.
   Á nýggju fløguni, sum ber heitið ?Kom, sæla stund? eru 19 sangir, har Petur hevur yrkt 15 og týtt 4. Tey sum syngja eru: Ebenezerkórið, Dupultkvartettin, Tripletrioin, Ingálvur av Reyni, Sunneva Háberg, Petur Háberg Jacobsen, Brita á Váli Smith og Eli Smith, Ólavur og Jóannes á Váli, Siloakórið, Finnur Hansen, Frelsunarherurin í Havn, Tiðnað, Abbabørn og Anna D. Háberg. 8 sangir eru sungnir av nýggjum til hesa útgávuna sum er skipað sum tvífløga, har brot úr útvarpssending um Ísrael og 3 talur eru á seinnu fløguni.
Petur Háberg skrivaði eisini bøkurnar Søgur um Sangir 1 og 2, sum komu út í 1954 og 1979. Í sambandi við 90-ára dagin gevur forlagið Leirkerið í Gøtu hesar bøkurnar út av nýggjum, í einari bók.
  ?Ein sangur kann verða lýstur á nýggjan hátt og fáa eitt annað og størri virði enn frammanundan, tá ið vit fáa at vita sálarkenslur hansara, ið skrivað hann hevur, og umstøður, ið kunna hava eggjað til, at sangurin í heila tikið er vorðin til. Eisini kann vera forvitnisligt at vita hendingar og tilburðir í sambandi við ein sang, eftir at hann er komin fram og gerst lutur í tilveru menniskjans í ymiskum londum og skiftandi tíðum??  Soleiðis tekur høvundurin, Petur W. Háberg, sáli, til í fororðunum, hann skrivaði  fyri fimmti árum síðani í bók síni ?Søgur um sangir 1?.
   Petur var ein hugfangandi røðari og bíbliuundirvísari og elskaði unga fólkið. Hann hevði stóran alsk til móðurmálið og vandaði sær altíð væl um tað, bæði í skrift og talu.
  Zacharias Zachariassen á forlagnum Leirkerið, sigur soleiðis í formælinum til nýggju útgávuna: ?Petur Háberg var okkum, sum yngri vóru, ein stór fyrimynd, og vit minnast hann við gleði sum hin eldhugaða talaran og framúrskarandi  frásøgumannin í samkomum og útvarpi, serstakliga tá ið hann greiddi frá andaligum vekingum, hendingum og søgum um sangir?.
   Í sambandi við dagin verður skipað fyri almennari kvøldsetu í Ebenezer týskvøldið 31. august kl. 20.00. Nógvur sangur er á skránni. Umframt kórið og onnur úr Ebenezer so verða eisini kórið í Frelsunarherinum og Finnur Hansen at hoyra.
   Nýggja fløgan, sum ber heitið ?Kom, sæla stund? er komin í flestu fløguhandlar og kostar 189 kr.. Bókin, ?Søgur um sangir? verður send limunum í Bókaringinum hjá  Leirkerinum fyrsta dagin, og er eisini at fáa í bókabúðunum og kostar 250 kr.