Fiskaaling flytir nú umleið 900 laksar úr Skopun og norður til Áir.
- Fiskurin er fimm ára gamal, nú hann skal strúkast. Laksurin gekk fyrsta árið við Áir, áðrenn hann varð fluttur til Skopunar, har hann hevur verið seinast fýra árini.
Fiskaaling sigur, at hetta er stórur fiskur. Vektin liggur millum 12 og 13 kilo, og onkur laksur nærkast eini vekt á umleið 20 kilo.
- Flutt verður við tangabili, og umleið 90 fiskar eru við hvørja ferð. Teir verða koyrdir í kør í einum av bygningunum hjá Fiskaaling norðuri við Áir, har teir ganga, til tíð er at strúka. Hetta verður væntandi seinni í september. Tað tekur einar tvær vikur at strúka.
Lagt verður aftrat, at rognini, sum fáast burtur úr hesum fiskinum, sum nú kemur úr Skopun, verða seld føroyskum alarum, men nakað verður tó klakt, og yngulið verður startfóðrað við Áir.
- Við Áir gongur í løtuni nakað av smolti, sum skal sendast til Skopunar at veksa, tá gjørt er klárt í Skopun at taka ímóti, sigur Fiskaaling.