9000 krónur fyri eitt gram av hassji

9000 krónur kostaði tað einum manni at taka eitt gram av hassji við sær úr Danmark.

 

Tá maðurin kemur í land av Norrønu í novembur 2014, stendur hassjhundurin fyri honum og vísir tollarunum, at her er okkurt áfatt.

 

Í taskuni hjá 27 ára gamla manninum funnu tollararnir 1,3 gram av hassji í einum plastposa goymdum í einum sigarettpakka.

 

Maðurin játtaði seg sekan og segði, at hann hevði heilt einfalt gloymt, at hassjið lá í pakkanum. Hann roykti nógv hassj, meðan hann búði niðri, og hetta hevði so eftir øllum at døma lopið av.

 

Ákærin vísti á, at hóast tað møguliga var av óvart, at hann hevði pakkað hassjið, so geldur lógin eisini, tá talan er um óansni. Í hesum førinum hevði maðurin eisini sjálvur pakkað taskuna. 

 

1,3 gramm er ikki tann stóra nøgdin í donskum høpi, men í Føroyum er lógin væl harðari hvat revsing viðvíkur. Av tí, at hetta var áttandu ferð, at maðurin varð revsaður fyri at hava hassj á sær, fekk hann hesa ferð heili 9.000 krónur í bót, umskiftisrevsingin er fongsul í 10 dagar.