Hin 22. mai í ár legði Jákup Petur Gaardlykke út á sín Facebook-vanga mynd av pápa sínum, 91 ára gamla, Sámal Jóhan Gaardlykke.
Tað er myndin, sum vit síggjar her ovast. Myndin niðri í greinini er frá einum øðrum útróðrartúri á Lambavík hjá manninum.
Henda dagin skrivar Jákup Petur Gaardlykke soleiðis: "Almost 92, túrur nr. 8 í mai..."
Jákup Petur sipar sjálvsagt til pápa sín, sum longu hin 22. mai í ár hevði gjørt átta útróðrartúrar á Lambavík í hesum mánaðinum, næstan 92 ára gamal.
Mong vita um henda óføra mann, hvussu ágrýtin og raskur hann er, og hann kennur Lambavík sum sín egna buksulumma - ja, helst betur enn nakar annar núlivandi.
Fleiri viðmerkingar eru um Sámal Jóhan Gaardlykke á tráðnum hjá Jákup Peturi, har víst verður á, hvussu raskur hin 91 ára gamli er hóast høga aldurin:
"So mega raskur... Hasin er harður... Ein raskur kempari... Ein havsins sonur... Hann er fantastiskur... Sær út sum hann ballar sær eina svarta... Nei, eg rokni við, at hann egnir til næstu toskarnar... Lambavík er hansara himmiríki... Neyvan nakar hevur troytt víkina sum hann... "
##med2##
Ein, sum viðmerkir, og sum vit kunnu nevna við navni í hesum greinastubba, er Fróði Ejdesgaard, sum sjálvur er fiskimaður og skipari. Hann skrivar soleiðis á tráðnum:
- Óførur!
Og so leggur hann aftrat:
- Okkara vegir krossaðust fyri 40 árum síðan á havnalagnum í Runavík. Tá var hann 52 og ein gamal maður í mínum 13 ára gomlu eygum. Nú eri eg 53, og hann er einki broyttur í mínum eygum.
Soleiðis skrivar Fróði Ejdesgaard.
Vit kunnu leggja aftrat, at tað er stuttligt við so góðari heilsu og so stórum huga og ágrýti at fiska - ein maður, sum annars hevur verið raskur fiskimaður alt sítt lív.