91 grundstykkir á Fossum í Klaksvík

Nú er lendið keypt og harvið er klárt at fara undir útstykkingina, sum verður í trimum byggistigum

Talan er um 91 grundstykkir – 44 til sethús og 47 til raðhús.

Í gjár undirskrivaði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, avtalu um keyp av ognarpørtum á Fossum, og harvið er klárt at fara undir arbeiðið, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Kristian Eli Zachariasen, formaður í umhvørvis- og býarskipanarnevndini, fegnast um, at arbeiðið nú kann fara í gongd, tí áhugin fyri hesari útstykkingini hevur verið sera stórur. Hendan verkætlanin ger, at Klaksvíkar kommuna framhaldandi kann vaksa, og tað gleðist eg um, sigur Kristian Eli við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Í fyrsta byggistigi vera 19 grundøkir til sethús og 14 til raðhús, í øðrum byggistigi vera 24 grundøkir til sethús og í triðja byggistigi 33 grundøkir til raðhús.

- Øll grundøkini verða gjørd byggiklár, og fer hetta at lætta um arbeiðið hjá teimum, ið keypa grundstykki.

Klaksvíkar kommuna gjørdi í septembur 2018 avtalu við SNA arkitekar um projekteringina. Øll verkætlanin fer væntandi at taka trý ár, eftir at sáttmáli er undirskrivaður við arbeiðstakara, men roknað verður við, at fyrstu grundstykkini longu vera klár at útluta í juni 2020.