– Mær dámar at tosa við fólk, og mær dámar, tá fólk tosa við meg.
Soleiðis sigur 92 ára gamli Einar Larsen av Tvøroyri í nýggjum lívsjáttandi stuttfilmi, sum suðurafrikanska filmsliðið Green Rennaissance hevur gjørt um hann.
Í filminum fylgir filmsliðið Einari, sum fortelur um hansara positiva hugburð til lívið, og hvussu hann fær tað besta burturúr hvørjari løtu.
Einar er altíð blíður við fólk og hevur altíð givið sær góðar stundir til eitt prát, tá hann hittir fólk á gøtuni.
– Eg hevði ikki kunnað búð í einum stórum býi. Mær dámar ikki at ganga framvið fleiri túsund fólk uttan at fáa eitt lítið prát við tey. Eg eri vanur við at hyggja at fólki og kanska siga hey og skifta orð við tey. Tað ber altíð til at finna okkurt at tosa um, sigur Einar, sum hevur stóran tokka til heimstaðin, Tvøroyri.
– Eg kenni øll fólkini í bygdini. Eg hoyri til her saman við hesum fólkunum. Hetta er mítt veruliga heim, sigur hann í filminum hjá Green Rennaissance.
Einar vaks upp saman við sínum tveimum brøðrum, og teir hava altíð verið góðir vinir og ansað eftir hvørjum øðrum.
– “Takk fyri títt lív saman við mær.” Eg haldi, at tað er tað, eg hevði sagt, um eldri ella yngri beiggi mín lá til tað síðsta, sigur Einar, sum er miðlingurin í tætta sysktinaflokkinum.
92 ára gamli Einar hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um deyðan.
– Eg vil ikki siga, at eg gleði meg til at doyggja. Men tá mín tíð er komin, so er tað í lagi fyri mítt viðkomandi. Eg havi havt eitt gott lív, og eg njóti lívið saman við mínari familju og mínum brøðrum, fortelur Einar Larsen og kemur til síðst í filminum við einum ráðum til øll:
– Njót løtuna í lívinum, sum tú ert í beint nú. Ger tað, sum tær dámar best at gera, hvønn dag. Brúka tað sum eina gávu.
Til ber hjá tær at síggja filmin hjá Green Rennaissance her:
##med2##