951 fólk koppsett í gjár

Sløk 31.000 fólk hava nú fingið fyrra prikið

Í gjár vórðu 951 fólk koppsett fyri covid-19. 497 fólk fingu fyrra prikið, og 454 fólk fingu tað seinna.

 

Nú hava 30.899 fólk fingið fyrru koppsetingina. 20.993 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

 

Tilsamans 51.892 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

 

Sambært Koppsetingarbólkinum skulu umleið 84.000 prik gerast fyri at koma á mál við koppsetingini. Roknað verður við, at øll, sum vilja tað, eru liðugt koppsett síðst í august.