97 ára gomul men framvegis á Topp 20

Tann 97 ára gamla Vera Lynn er elsta tónlistafólk, sum hevur ligið á bretska Topp 20-tónleikalistanum.

Hóast tey flestu munnu seta Veru Lynn í samband við seinna heimsbardaga fyri 70 - 75 árum síðani, so eru hon og løg hennara framvegis sera væl umtókt millum bretar.

 

Savnsfløgan "Vera Lynn: National Treasure" við løgum frá stríðsárunum liggur á 13. plássi á bretska listanum við 20 teimum best umtóktu fløgunum. Tann 97 ára gamla songkvinnan liggur ovari enn ung tónlistarfólk sum Pharell, Arctic Monkeys og 50 Cent.

 

Fløgan kom út í sambandi við, at 70 ár eru liðin síðani landgonguna hjá teimum sameindu í Fraklandi D-dagin. Á fløguni eru nøkur av teimum best kendu løgunum hjá Very Lynn so sum "We'll Meet Again" og "The White Cliffs of Dover".

 

Vera Lynn var eisni á bretska Topp 20-listanum í 2009, tá ein onnur savnsfløga hjá henni kom út. Tá var Vera Lynn 92 ára gomul.