Sjáldsamar og hjartanemandi søgur um fótbólt daga javnan undan. Ein av teimum fór fram hetta vikuskiftið í Noregi.
Tað er í sær sjálvum ein góð søga, at bert 18 ára gamli Ola Brynhildsen spældi sín fyrsta dyst fyri Stabæk á heimavølli í bestu norsku deildini, og skoraði málið Stabæk fekk í dystinum ímóti Sogndal tá 30 minuttir vóru farnir av dystinum
Dysturin endaði annars við javnleiki 1-1.
Millum áskoðararnar var ein 97 ára gamal maður, sum hevði tikið bussin úr Haugesund á norska vesturlandinum, og hevði koyrt allan vegin til norska eysturlandið fyri at síggja langabbasonin, Ola Brynhildsen spæla sín fyrsta dyst fyri Stabæk í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Og 97 ára gamli Odd Petter Tjersland fór ikki langa túrin til Bærum til onga nyttu. Hann kundi stórfegnast um at síggja 18 ára gamla langabbasonin, Ola Brynhildsen skora málið hjá Stabæk.
Sonur Odd Petter, Arne sum "bert" er 77 ára gamal var eisini til dystin, og sonur Arna, Rune sá eisini minniliga dystin, so fýra ættarlið vóru umboðaði á og kring leikvøllin hjá Stabæk.
- Hetta er eitt stórt hæddarpunkt í einum langum og góðum lívi, segði ein rørdur Odd Petter Tjersland við norska TV2 aftaná dystin.
Í eygum mangra norðmanna er Odd Petter Tjersland, sum tók langa busstúrin úr Haugesund at stuðla langabbasoninum ein líka stór hetja sum langabbasonurin, ið skoraði fyri Stabæk í sínum fyrsta dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Odd Petter Tjersland er væl fyri likamliga, men hoyrir eitt sindur illa.