982 útlendingar í Føroyum

Talið omanfyri av ikki donskum ríkisborgarum í 2003 kann finnast í almenna hagtalsverkinum fyri Føroyar, sum er útkomið við feskum tølum

HAGTØL

 
330 blaðsíður við talvum, tølum og yvirlit yvir øll hugsandi og óhugsandi viðurskifti eru at finna í nýggjastu árbókini fyri Føroyar. Hon hevur tøl fram til 2003 og kallast árbókin fyri 2004.
Umframt at vera hent hjá fjølmiðlum í agurkatíðini, siga útgevararnir eisini, at bókin kemur væl við hjá almenninginum og ikki minst til skúlabrúk. Ì sambandi við skúlabrúk eru 13 smærri hefti útgivin, ið taka støði í at arbeiða við tølum í árbókini.
Kaga vit á nakrar av teimum mongu síðunum, so kunnu vit millum annað nevna, at hin 1. januar 2004 vóru 2.665 fólk við eftirnavninum Joensen í Føroyum, og tað er sostatt tað mest vanliga eftirnavnið í Føroyum. Hans og Anna eru mest vanligu fólkanøvnini. Fyri fólk, sum á fyrsta sinni sóu dagsins ljós í 2003, vísir tað seg at vera somu nøvn, sum eru best umtókt. Ein orsøk er sjálvandi, at nøvnini ofta eru lið í tvínavni. Føroyskum foreldrum dámdi eisini væl í fjør at kalla síni børn Jónas, Martin og Rebekka.
Eisini sæst at lesa í nýggju árbókini, at munandi færri fólk fluttu til Føroya í fjør. Í 2003 fluttu 1.550 fólk til Føroya og 1.321 fluttu úr Føroyum. Tað merkir, at nettotilflytingin var 229 fólk Hetta er tann lægsta nettotilflytingin síðani 1997 og ein 47% afturgongd síðani í fjør. Fráflytingin hevur verið rættiliga støðug seinastu fýra árini, men tilflytingin minkaði við 189 fólkum í fjør í mun til 2002.
Tað er Føroya skúlabókagrunnur, ið gevur í samsarvi við Hagstovu Føroya. Ingi Joensen hevur gjørt permumyndina. Hestprent hevur umbrotið og prentað.