Árbókin Fótbóltur 2022 er nú at fáa

Sosialurin hevur aftur í ár gjørt árbók um føroyskan fótbólt. Bókin tekur saman um fótbóltsárið við tekstum, myndum, greiningum og hagtølum.

Árbókin »Fótbóltur 2022« er nú at fáa í bókasølum kring landið. Sosialurin hevur síðan 2016 framleitt hesa bók á hvørjum ári, og nú er sjeynda bókin komin.

 

»Fótbóltur 2022« tekur samanum eitt hendingaríkt og spennandi fótbóltsár. Bæði í heimligum og altjóða kappingum hevur spenningurin verið stórur.

 

Í ár vann KÍ føroyameisitaraheitið hjá bæði monnum og kvinnum, og KÍ kvinnurnar vunnu eisini greipuna. Hjá monnum vann Víkingur steypakappingina.

 

Í bókini er drúgv umrøða av Betri deildini hjá monnum, og avrikini hjá øllum feløgunum verða umrødd og greinað – eisini verða profilar og stjørnuskot í teimum 10 feløgunum kosin. Betri deildin hjá kvinnum verður viðgjørd, og skrivað verður um steypakappingarnar hjá monnum og kvinnum.

 

Í altjóða fótbólti vóru nógv góð avrik at fegnast um. Bæði hjá monnum og kvinnum vóru sigrar og góð avrik, og U21 landsliðið gjørdi eisini um seg. Afturat hesum spældu yngri landsliðini nógvar landsdystir í altjóða kappingum. Í bókini ber eisini til at lesa um øll landsliðini hjá FSF, europeisku luttøkuna hjá feløgunum, samanumtøka er av gongdini hjá fótbóltsútisetum, og myndir eru av øllum føroyameistarum og steypavinnarum.

 

Bókin, sum er 188 síður til støddar, er á tremur við greinum, myndum, hagtølum og metingum.