”Árið á eftirskúla var tað besta árið…!”

At fara á eftirskúla á Brúnni í Skálavík er upplagt fyri tey, ið dáma væl at vera sosial, eru skúlatroytt ella vilja royna okkurt heilt nýtt. Tað er altíð lív í húsinum, og tað er bara hugflogið, ið setir mørkini

Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026

 

Vilmund Jacobsen

 

 

 

Tey, sum reka Brúnna - eftirskúlan í Skálavík – hoyra javnan frá næmingum, sum hava gingið á skúlanum, at ”árið á eftirskúla var tað besta árið”.

 

Á skúlanum fáa næmingarnir upplivingar og vinir fyri lívið.

 

Brúgvin er eitt 10. flokstilboð, sum er munandi øðrvísi enn van­liga 10. floksárið er, tí hetta er ein eftirskúli.

 

Tað serliga við einum eftirskúla er jú, at næmingarnir búgva á staðnum, og tí er ein slíkur skúli bæði skúli og heim í eitt heilt skúlaár.

 

Tískil lærir tú eisini meira á einum eftirskúla enn á einum vanligum skúla.

 

Á eftirskúla mennist tú ikki bara fakliga, men eisini sosialt og persónliga. Allir førleikar vera settir uppá spæl, og búningin er týðilig eftir eitt skúlaár.

 

Danskar kanningar vísa, at tey ungu mennast fleiri ár við at vera eitt ár á eftirskúla. Hin ungi lærir at taka ábyrgd og taka lut í samfelagnum, og typiskt torir næmingurin, sum hevur verið á eftirskúla, betur at traðka fram eftir skúlatíðina.

 

##med3##

 

Lærugreinar á Brúnni

Umframt tær kravdu lærugreinirnar, sum føroyskt og støddfrøði, enskt og danskt, sum næmingarnir skulu velja tvær av, so hava næmingarnir eisini tvær høvuðsbreytir, sum eita #Saman og #Meining.  

 

Aftrat hesum eru fýra vallæru­greinar – wild life, kokk amokk, tónleikur og skapandi list. Her sleppa tey ungu at fordjúpa seg í ávikavist ítrótti og náttúru, mat­gerð og kosti, tónleiki og kreativiteti.  

 

Gjøgnum árið hava næmingarnir eisini eina viku saman við donskum eftirskúlanæmingum, har tey gera og framføra ein leik saman.

 

Roynt verður eisini at gera ymiskt í lokalsamfelagnum.

 

Í desember skipa næmingarnir á Brúnni saman við starvsfólki fyri stóra og vælumtókta jólatiltakinum, “Jól á Brúnni”, og tiltakið er eitt av hæddarpunktunum.

 

Fleiri hundrað fólk koma vanliga til ”Jól á Brúnni”, og tiltakið er mega hugnaligt og jólaligt.

 

Virkisvitjanir og starvsvenjing eru eisini fastur partur av eftirskúla­árinum.

 

##med4##

 

Námsferð og upplivingar

 

Umframt at vera í Føroyum, so gongur leiðin eisini út um landoddarnar á hvørjum ári.  

 

Námsferðin er altíð nakað serligt, har næmingarnir bæði fáa lærdóm, hava tað stuttligt, verða enn meira samansjóðað, sjónarringurin víðkast, og næmingarnir møta og hoyra frá fólki, sum gera ein mun fyri onnur.

 

Í ár vóru næmingarnir á Brúnni í Keypmannahavn og í Hooghalen í Hálandi.

 

Í Keypmannahavn spældu næmingarnir aftur leikin, sum tey sjálvi hava skrivað saman við Skovbo Efterskole, og hetta riggaði ordiliga væl.

 

Á Brúnni halda tey tað vera stuttligt og gevandi at hava so gott sam­band við ein annan skúla, sum tey kunnu deila royndir og upp­livingar við.   

 

##med5##

 

Full av møguleikum

 

Sandoyggin er full av møguleikum. Her er bæði sandur, fjøll og vøtn. Tú kanst padla, kajakka, ganga túrar og nógv annað. Hetta er bæði upplagt fyri wildlife­lærugreinina, men eisini generelt til øll á skúlanum.

 

At Sandoyartunnilin er komin, hevur eisini latið upp fyri nýggj­um møguleikum á eftirskúlanum á Brúnni. 

 

Eftirskúlin er meira mobilur nú, eftir at tunnilin kom. Tunnilin ger tað lættari at fara á virkisvitjan, eitt nú hjá Atlantic Airways, Mest, Føroya Rætti og á Herberginum – ella hvar tað nú kundi verið.

 

Næmingunum dáma sera væl virkisvitjanir – ikki minst, tí hetta er ein máti at koma tættari at samfelagnum og síggja, hvussu eitt nú vinnulívið virkar, og kanska fáa næmingarnir eisini íblástur til eina framtíðar yrkisleið.

 

##med6##

 

Altíð lív í húsinum

 

Meginpartin av tíðini brúka næmingarnir á Brúnni tó á Sandoynni.   

 

- Oyggin er full av møguleikum. Vit elska at vera her.  

 

- Her er altíð lív í húsinum. Tað er bara hugflogið, ið setir mørkini.

 

Hetta eru afturmeldingar, sum skúlin javnan fær frá næmingum.

 

At fara á eftirskúla í Skálavík er upplagt fyri tey, ið dáma væl at vera sosial, eru skúlatroytt ella sum vilja royna okkurt heilt nýtt.

 

Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her

 

##med2##