Aðalstjóri villleiðir, men skjýtur journalistin

Liljan Weihe, Tíðindaleiðari, Kringvarp Føroya
-----
Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðnum, vil í tíðindaskrivi í gjár vera við, at tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, eg, Liljan Weihe, ikki vil rætta faktuellar skeivleikar í tíðindaflutningi okkara. Hetta er ikki rætt.
Fríggjakvøldið í síðstu viku varð heildarætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum viðgjørd í Degi og Viku. Við grafikki verður greitt frá, hvussu játtanin til heildarætlanina verður býtt út á ávís øki. Í hesum sambandi verður nevnt, at upphæddin til samskipara er 590.000 kr. um árið – altso uml. 50.000 kr. til samskiparan um mánaðin, meðan tey harðskapsraktu tilsamans fáa 55.000 kr. um árið.
Tað er henda upphædd, tær 590.000 krónurnar, sum aðalstjórin nú sigur eru faktuelt skeiv. Men Kringvarpið hevur ikki uppfunnið hesi tølini. Tølini eru tikin frá heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum, sum stendur fyri heildarætlanini.
Skjølini finnast á hesi leinkju til heimasíðuna hjá Almannamálaráðnum: www.amr.fo/Default.aspx <http://www.amr.fo/Default.aspx?pageid=18565>
Tað hevði klætt aðalstjóranum í Almannamálaráðnum at ásanna, at orsøkin til faktuella feilin í Degi og Viku, er Almannamálaráðið sjálvt. Og um aðalstjórin harmast um innihaldið í innslagnum í Degi og Viku fríggjakvøldið, so eigur hann at taka í egnan barm og harmast um villleiðandi upplýsingarnar, sum enn eru at finna á heimasíðuni hjá ráðnum.

Hevur ikki biðið um rætting
Tað er beinleiðis ósatt, at aðalstjórin hevur biðið um eina rætting frá Kringvarpinum. Eyðun Mohr Hansen hevur víst á, at tølini á heimasíðuni hjá ráðnum, sum hann sjálvur varar av, eru skeiv. Men tað er ikki uppgávan hjá kringvarpinum at rætta tøl á heimasíðuni og í skjølum hjá Almannamálaráðnum. Eftir at Eyðun Mohr Hansen vendi sær til Kringvarpið og lastaði okkum fyri at vísa á skeiv tøl, hava vit – higartil til fánýtis – roynt at fáa røttu tølunum. Tað tykist sum, at partar av býtinum á játtanini til heildarætlanina einans eru tøkir í telefonsamrøðum við og teldupostum frá aðalstjóranum. Eina útgreining av játtanini er ikki gjørlig at fáa.
Tað sum Eyðun Mohr Hansen hevur átalað er, at Kringvarpið nevndi navnið á samskiparanum í samrøðu við Anniku Olsen fríggjakvøldið. Hetta hóast samskiparin hevur verið á forsíðuni á Sosialinum, verið gestur í fleiri útvarpssendingum hjá Kringvarpinum og nú eisini verður nevnd í tíðindaskrivinum hjá aðalstjóranum sjálvum!
Tað er ørkymlandi, at ein almennur myndugleiki – í hesum føri aðalstjórin í Almannamálaráðnum – lastar Kringvarpinum fyri at bera fram upplýsingar, sum eru frá ráðnum sjálvum. Vit vóna ikki, at tað er ein gjøgnumgangandi trupulleiki í almennu fyrisitingini, at geva fjølmiðlum og borgarum villleiðandi upplýsingar.
Vit vilja tí staðiliga enn einaferð heita á aðalstjóran at rætta villleiðandi upplýsingarnar á heimasíðu ráðsins og geva okkum - og borgarunum í Føroyum annars – innlit í, hvat pengarnir hjá heildarætlanini fara til.
Vit bíða framvegis!