A B ... (C) ... nei, D ...

Hygg at setninginum: 16. juli 1953 varð í elektriska stólinum í Sing-Sing-fongslinum í USA tikin av døgum drápsmaðurin Donald Snyder.

Føroyskt? Ja, orðini eru føroysk, men ikki setningsbygnaðurin. Hasin setningurin er so konstrueraður sum yvirhøvur til ber, skalt tú útinna tað bragd at forbrongla málið. Skulu vit brúka málið at samskifta við, fáa boðskapin út uttan at skula spyrja: Hvat ...? so eru vit noydd at royna at fáa føroyskt aftur á beint og fortelja fólki, at soleiðis eitur tað eisini. Ikki, soleiðis eitur tað ikki! Tí enn kanst tú siga um fíl, at hann eisini er elefantur.

Eg haldi meg ikki vera so øgiliga dugnaligan og klókan fyri tað, um eg skipi setningin umaftur: Drápsmaðurin Donald Snyder varð tikin av døgum í elektriska stólinum í Sing-Sing-fongslinum í USA tann 16. juli 1953.

Tað stendur væl til við føroyskum, havi eg hoyrt málfrøðingar siga, tí føroyskt er tað, sum fólk í Føroyum siga. Eg loyvi mær at ivast, tí eg staðfesti mest sum hvønn dag, at í fjølmiðlunum verður brúkt eitt mál, sum tey vilja vera við er føroyskt. Til dømis hoyra vit tey ongantíð brúka orðið brúka. Tey siga ongantíð stórt tal, lítið tal. Tey siga høgt tal, lágt tal. Tey siga hann koyrdi við høgari ferð, har hann skuldi havt koyrt við lágari ferð í staðin fyri hann koyrdi við nógvari ferð, har hann skuldi havt koyrt við lítlari ferð. Eg havi hoyrt mann siga, at børnini fáa pengar til keypan av sodavatni. Føroyskt? Ja, men syndarligt. Hevði hann sagt, at børnini fáa pengar at keypa sodavatn fyri.

Tað altíð neyðuga málkjakið er so vilst, at tað fer at verða ógvuliga torført at beina tað aftur á røttu kós, so at vit fáa eitt málkjak og eina frálæru í føroyskum, sum lærir okkum at skriva og tosa og málbera okkum á føroyskum.

Í meðan føroyskt venar og ringir seg av pínu, skeldast vit um nakrar bókstavir, sum eru útihýstir úr stavraðnum, hóast teir eru í stavraðnum, tí vit hava brúk fyri teimum í stavraðnum. Fáum man vera natúrligt at siga Grønhøvdi. Rátt verður til at siga sum koloniharrarnir navngóvu oyggjarnar, Capo Verde. Jú, men veruleikin er tann, at um tú vilt tað ella ei, so merkir Capo Verde Grønhøvdi.

Hygg, slíkt skeldast vit um. Málfrøðingar og málkøn niðurgera hvørt annað, summi verða rópt málstjórar, onnur verða rópt máldestruktørar. Íslendskt er vorðið kriminaliserað, hóast fáir føroyingar í roynd og veru duga íslendskt. Skulu vit siga svimjibløðra í fiski í staðin fyri sundmagi í fiski bara tí, at svimja eitur sunda á íslendskum?

Gævi at tey, ið duga føroyskt og hava føroyskt sum starv, sum lívsbreyð, góvust at klandrast og heldur lærdu okkum hetta mál, sum vit brúka hvønn dag.

Sum støðan er, fáa ung, sum lesa mál uttanlands, ikki týtt málið, tey lesa, til føroyskt, tí tey duga ikki føroyskt.

Nú er tíð uppá, at tey, sum áttu at dugað føroyskt, binda frið og læra okkum føroyskt, tí føroyskt er vorðið ein nýggj donsk dialekt, og danskt er vorðið eitt eingilskt frábrigdi.