Á degi nummar 100 eru harðir bardagar í Gaza

Sambært heilsumyndugleikunum í Gaza eru 125 fólk deyð í Gazageiranum seinasta samdøgrið, og 265 eru løstað

Álopini á Gazageiran halda fram við fullari styrki á degnum nummar 100 síðan ísraelsku innrásina.

Ísraelskir stríðsvognar og flogfør hava framt eina røð av álopum móti málum har suðuri í Gaza í dag, nú júst hundrað dagar eru farnir síðan israelsku innrásina. 

 

Sagt verður frá hørðum bardøgum fleiri staðni í Gazageiranum.

 

Í dag eru internetsamband ella telefonsamband óvirkin í Gaza, og tíðindastovan NTB veit at siga, at hetta ger tað eyka trupult hjá neyðsynjartænastum í økinum.

 

- Hetta er triði dagur á rað, at samskiftismøguleikarnir eru burtur, verður lagt aftrat.

 

Ísraelski herurin sigur, at tey hava beint fyri fleiri Hamas-hermonnum í býunum, Al-Bureij og Al Maghazi.

 

Á hinari síðuni sigur Hamas seg hava rakt ein ísrelskan stríðsvogn í  Khan Younis har suðuri í Gaza.

 

Sambært heilsumyndugleikunum í Gaza eru 125 fólk deyð í Gazageiranum seinasta samdøgrið, og 265 eru løstað, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

 

 

Álopini á Gazageiran halda fram við fullari styrki á degnum nummar 100 síðan ísraelsku innrásina.