Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin heima í Hvannasundi saman við familjuni, sigur Livar Nysted.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Heima hjá foreldrunum ótu vit ræstan fisk jólaaftan, og tað mundu vit gera fram til umleið 1985, tá eg var 15 ára gamal.
Livar Nysted sigur, at orsøkin til, at tey tá fóru at eta dunnu jólaaftan, var, at ein systir hansara helt, at tað líktist ongum at eta fisk jólaaftan.
- Líka síðan tá havi eg etið dunnu við øllum góðum tilhoyri jólaaftan, sigur hann brosandi.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Eg havi einki jólaynski sum so, men tú ynskir jú altíð, at friður valdar í heiminum.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini eru størsta høgtíðin í árinum, og tey hava stóran týdning fyri meg.
Livar Nysted sigur, at hann nakrar ferðir hevur verið burturstaddur á jólum – til skips ella á onkrari longri róðrarferð.
- Tá tú til dømis liggur í róðrarbáti mitt á havinum og kanska noyðist út á dekkið júst, tá tú skalt seta teg til borðs jólaftan – ja, tá havi eg veruliga merkt, hvønn týdning jólini hava.
Hann leggur aftrat, at slíkar løtur hevur longsulin heim til familjuna verið sera stórur.