Felagið hjá Julian Johnsson vann sunnudagin 3-1 á útivølli móti Vali, og eru nú á fjórða plássinum í íslendsku landsbankadeildini.
VAálur var annars liðið, sum byrjaði best, tá teir tíðliga í dystinum løgdu seg á odda, men við tveimum málum frá Gúðjon Sveinsson og einum frá Jóhann Hreiðarsson hevði ÍA koppað øllum undan steðginum. Seinnu trý korterini var ikki so nógv lív í, sum tað hevur verið undan steðginum, og uttan at gera alt ov nógv burturúr kundu Julian og teir koyra sigurin heim. Føroyski landsliðsmaðurin var á vøllinum í samfullar 90 minuttir.