A-landsdystir í Gundadali

Tað er upp til FSF sjálvt at gera av, um gras ella graslíki verður undirlagið, tá farið verður undir nýggja undankapping í august mánaði. Og Gundadalur tykist upplagt, um talan ikki júst er um Ongland ella annað fótbóltsstórveldi

Fótbóltur

Menningin av graslíki hevur verið støðug, og fyri skjótt trimum árum síðani úrslitaði hetta í, at føroysk feløg kundu velja at spæla altjóða heimadystir í Gundadali, har undirlagið og karmarnir annars høvdu fingið blátt stempul frá UEFA.
Í fjør royndi føroyska U21-landsliðið seg á graslíki við framúr úrslitum. Og tykist túrurin vera komin til A-landsliðið hjá monnum.
- Enn er eingin avgerð tikin. Vit høvdu ein starvsnevndarfund tann 17. desember, og har numu vit eisini við hendan spurningin. Men nøkur avgerð varð ikki tikin. Sum eg havi skilt tað, so skulu vit bara fráboðað í seinasta lagi tveir mánaðir undan dystunum, hvar spælt verður. Og har er graslíkið í Gundadali nú ein møguleiki á jøvnum føti við grasi á Toftum ella á Tórsvølli. Tað hevur tú eisini sæð aðrastaðni. Eitt nú tá Russland og Týskland spældu á graslíki á Luzhniki í Moskva, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.

Mugu ikki gloyma nýggjan leikvøll
Forsetin nevnir, at eingin avgerð er tikin, men tað skilst á øllum brøgdum, at hann er sera positivt innstillaður til møguleikan at spæla í Gundadali.
- Tá tað kemur hartil, so er hetta sjálvandi ein møguleiki, sum verður viðgjørdur við teimum atlitum, sum skulu takast.
- Tað sóu vit millum annað, tá Brian Kerr hevði ynski um, at vit spældu móti Litava á Svangaskarði. Ta ferðina eftirlíkaðu vit honum, uttan at eg skal siga, at tað er venjarin, sum ger av, hvar vit spæla. Men hansara ynski viga sjálvandi eisini við í eini slíkari viðgerð. Og hann hevur áður sagt, at er tað gjørligt, so vil hann fegin hava, at dystirnir verða spældir í tí undirlagnum, sum spælararnir eru vanir við.
- Hinvegin eri eg sannførdur um, at vit framvegis mugu arbeiða við ætlanunum um at gera egið stadion. Tað er nakað, sum má til, um vit skulu skapa okkum bestu møguligu karmarnar til landsliðið og til fótbóltin sum heild, sigur Høgni í Stórustovu.

Bert 1.500 áskoðarar
Eitt annað,s um uttan iva eisini vigar við, tá dystir skulu plaserast, er plássið fyri áskoðarum.
Til landsdystir er bert loyvt at hava sitipláss, og tað merkir, at ovari vøllur í Gundadali er avmarkaður til 1.500 áskoðarar. Og verða Føroyar somikið hepnar, at eitt nú Ongland er í okkara potti til komandi lutakast, er lítil ivi um, at karmurin við 6.000 áskoðarum á Tórsvølli er meira hóskandi. Ikki minst til pengakassan hjá FSF.
Hinvegin er møguleikin kanska meira upplagdur, um talan er um dyst móti rímilliga ókendum eysturlendskum fótbóltsnøvnum. Tá kann vera, at 1.500 pláss eru beint í undirkantinum, men hetta verður helst væl og virðiliga uppvigað av eini tættari atmosferu og ítróttarliga fyrimuninum, sum graslíkið tá gevur.
- Nú mugu vit fyrst síggja, hvussu lutakastið skikkar sær. Tað verður í februar mánaði, og um sama mundi skal eg vegna FSF á UEFA-fund, har vit kunnu fáa greitt seinastu spurningarnar og ivamálini í hesum sambandi. Men helst verður úrslitið, at vit í 2010 hava eitt triðja alternativ, tá heimavøllurin hjá A-landsliðnum skal ásetast, sigur Høgni í Stórustovu.