A-landsliðini gera klárt

Bæði hjá monnum og kvinnum standa stórar avbjóðingar fyri framman hjá A-landsliðnum, og nú nógv verður gjørt til tess at fyrireika seg til komandi kappingarnar

Handbóltsambandi sendur í komandi viku tvey landslið av landinum at luttaka í eini sterkari kapping í Danmark. A-landsliðini hjá monnum og kvinnum luttaka í Hummel Cup í Aalborg í døgunum 25. ? 27. August, har tey koma at møta nøkrum av sterkastu liðum í Danmark, Noreg, og Sveits i innleiðandi umførunum fríggjadagin og leygardagin. Endaumfarið verður leikt sunnudagin 27. August.

Undan hesi kapping verða liðini á eini venjngarlegu í Blendstrup sunnanfyri Aalborg í fýra dagar.

Henda ferð er liður í fyrireikingunum til HM undankappingar dystirnar hjá kvinnum í desember móti Svøríki, og EM undankappingar dystirnar hjá monnum í januar móti Rumenia, Litava og Sveits.


A-landslið og pressuslið

Í sambandi við hesa ferð varð ein dystur leiktur í gjár, fríggjakvøldið, kl. 19.45 í Ítróttarhøllini á Hálsi millum A-landsliði hjá monnum og eitt lið ið fjølmiðlarnir saman við Kára Durhuus hava tikið út. Nógvir av spælarunum á pressuliðnum eru ungir og ivaleyst verða teir fastir fúsir á A-landsliðnum komandi árini.


A-landslið

Agnar Joensen, VÍF

Áki Olsen, VÍF

Bárður Brimvík, H71

Bárður Nielsen, VÍF

Bjarni Wardum, Kyndil

Hans Áki Dal Christiansen, Kyndil

Heini Joensen, Neistin

Ingi Olsen, VÍF

Jens Skipagøta, Kyndil

Jóhan Danielsen, StÍF

Jónleif Sólsker, Kyndil

Marius Joensen, StÍF

Martin Hummeland, VÍF

Petur Martin Poulsen, KÍF

Sámal Joensen, VÍF

Rúni Poulsen, Kyndil

Vagnur Johannesen, KÍF


Venjari: Palli Joensen

Hjálparvenjari: Daniel Rapa

Liðleiðari: Jákup Durhuus


Pressulið

Alexandur Johansen, StÍF

Anfinnur Debess, H71

Arthur Johansen, StÍF

Áki Mørk, Neistin

Eli Müller, VÍF

Eyðun Højgaard, H71

Halgir Dahl Olsen, H71

Haraldur Bjørgvin, VÍF

John Zachariassen, VÍF

Óla Kristian Djurhuus, KÍF

Petur Frank Joensen, VÍF

Petur Martin Johansen, KÍF

Rani Slættanes, Neistin

Sverri Justinussen, Tjaldur

Uni Wardum, Kyndil


Útskiftingarleiðari: Kári O. Durhuus


Sum sagt, so varð dysturin leiktur eftir at blaðið fór til prentingar, men verður meira at hoyra um hetta í týsdagsblaðnum.