Stockholm er mentunarhøvuðsstaður Europu 1998. Gjøgnum alt árið eru mentunartiltøk í býnum.
Frá 10. til 15. juni er norðurlendskur sjónleikur á skránni. Sjónleikarbólkar úr Íslandi, Finlandi, Grønlandi, Noregi, Svøríki, Onglandi og Føroyum vera við.
Í hesum sambandi skal Havnar Sjónleikarfelag umboða Føroyar og framføra leik 12. og 13. juni. Tað er bólkur av ungum leikarum í felagnum, sum í løtuni venja brot úr nýskrivaðum føroyskum leiki "Høvdingurin Sigmundur Brestisson", ið snýr seg um lív Sigmunds frá smádreingi, tá ið faðirin Brestir varð dripin, til ringur hansara varð funnin hjá Torgrími Illa. Leikstjóri er Rúni Gaardlykke.
Av tí, at fyrireikararnir í Stockholmi hava sett mark fyri, hvussu long spælitíðin kann vera hægst 60 min. ber ikki til at spæla leikin í fullari longd á hesum sinni, men sum nevnt eru til hetta høvið brot tikin burtur úr leikritinum og verða síðani bundin saman við einum frásøgufólki, ið kemur inn ímillum og greiðir frá á "skandinaviskum" máli. Føroyska málið er tó við, tí í teimum brotunum, ið spæld verða, er samtalan føroyski upprunateksturin. Leikurin verður settur upp á palli í Føroyum í fullari longd seinni. Rithøvundarnir Lydia Didriksen og Birgit Arge hava skrivað leikritið. Tekstin til frásøgufólkið hava Bárður Persson og Rúni Gaardlykke skrivað.
Frumsýning av hesum serliga Stockhólmleiki verður í Sjónleikarhúsinum í Havn 9. juni.
Leikhópurin fer avstað 10. juni, og tey koma heim aftur 15. juni.