A- og U21-úttøkur í morgin

Mánadagin 13. mars klokkan 10:00 verður tíðindafundur í FSF-húsinum

Mánadagin fer Håkan Ericson at úttaka hópin til landsdystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin 13. mars klokkan 10:00 verður tíðindafundur í FSF-húsinum. Á skránni eru ársins fyrstu úttøkur av U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnum, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Seinni í hesum mánaðinum skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur. Fyrsti dysturin í komandi EM-undankapping er á skránni, umframt at landsliðið skal royna seg í venjingardysti móti Norðurmakedónia. Báðir dystirnir verða á útivølli.

 

Og samstundis sum A-landsliðið við monnum fer at stríðast á Balkan og har á leiðini, fer U21-landsliðið á venjingarlegu í Havn. Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 13. mars klokkan 10:00.

 

Fyrst verður tað Eyðun Klakstein, sum fyrr í ár tók við sum U21-landsliðsvenjari, ið fer at kunngera hópin til venjingarleguna, sum verður frá 24. til 26. mars. Síðan verður tað Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, ið fer at seta navn á teir 23 spælararnar, ið vera úttiknir til landsdystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia.

 

Fríggjadagin 24. mars spæla Moldova og Føroyar EM-undankappingardyst á Zimbru Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 27. mars møtast Norðurmakedónia og Føroyar í venjingardysti í Skopje.

 

Í komandi U21 EM-undankapping, sum byrjar á heimavølli í juni, er føroyska liðið í bólki saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra. Umframt Moldova, er A-landsliðið í bólki saman við Kekkia, Póllandi og Albania.

 

Mánadagin fer Håkan Ericson at úttaka hópin til landsdystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia - Mynd: Hans Erik Danielsen