Tænastuvinna
Danska felagið Esvagt í Esbjerg, sum er partur av A P Møller konsernini, hevur saman við Thor í Hósvík stovanð felag at reka vaktarhald við boripallar undir Føroyum.
Tað er A P Møller felagið Svitzer, sum eigur Esvagt. Nevndarformaðurin í Svitzer, Bjarne Hansen, sigur, at teir hava valt at fara undir samstarv við føroyingar við tí fyri eyga at sleppa upp í art, tá føroyska oljuvinnan av álvara byrjar.
Saman við partafelagnum Thor í Hósvík, sum millum annað eigur vaktarskipið Tórsvík, hevur Esvagt stovnað partafelagið Esvagt-Thor, sum fer at røkja vaktartænastu við boripallar undir Føroyum.
Bjarne Hansen sigur, at nýggja felagið hevur eina avtalu, við eitt av oljufeløgunum, sum fer at leita eftir olju undir Føroyum. Hann vil tó ikki siga, hvat oljufelag talan er um, sum skal leiga skipið, sum Esvagt-Thor fer at hava siglandi undir føroyskum flaggi.
Men í tíðindaskrivi í gjár, boðar BP frá, at felagið, talan er um, er BP, sum fer at leita eftir olju í summar.
Skipið hjá felagnum er nýggja vaktarskipið Esvagt Connector, sum verður skrásett í Føroyum og fer at sigla við føroyskari manning.
Felagið Svitzer, sum eigur Esvagt, er gamalt felag., Tað er stovnað í 1833 og seinni yvirtikið av A P Møller. Svitzer hevur í dag 70 skip alt í alt. Tey eru skrásett í dótturfeløgum í Svøríki, Bretlandi og Danmark, sigur Bjarne Hansen, nevndarformaður.