Nú tá tað gjørdist greitt, á ársins vinnudegi í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 30. september, at ársins virki enn einaferð bleiv eitt av okkara framúrskarandi virkjum í kommununi, ið fekk hendan heiður, kendist tað sera væl.
Undirritaði vil fegin nýta høvið, at ynskja tillukku til eigarar, nevndina, leiðslu og til øll tykkum 100 dugnaligu starvsfólkini hjá KJ á Kambsdali og aðrastaðir.
Eins og øll hini virkini í kommununi, so hevur KJ stóran týdning fyri lokala økið. Umframt búskaparliga so hevur KJ útmerkað seg við, at útbúgva nógvar lærlingar og eru teir blivnir umleið 120 tilsamans gjøgnum árini.
Hetta var so á fjórða sinni at eitt av okkara virkjum varð kosið ársins virki. Havsbrún í 2000, Vónin í 2002, aftur Vónin í 2011 og nú KJ í 2016.
Hesi okkara virkir hava sera stóran týdning fyri lokala økið á mangan hátt, men ikki minni týdning fyri føroyska samfelagið í síni heild.
Um vit leggja saman bruttoumsetningin hjá virkjunum á havnalagnum, virkini á ídnaðarøkinum á Kambsdali, virkið á ídnaðarøkinum á Hellunum og vinnuni annars í kommununi, liggur talið omanfyri 3 milliardir krónur í 2015. Hetta svarar til 20% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ).
Hesi góðu úrslit eru ikki bara rokkin soleiðis av handahógvi, men byggir á áralangan dugnaskap hjá vinnuni, saman við einum líka longum samstarvsstevi millum vinnu og kommunu.
Kommunan er byggimyndugleikin og stendur fyri tí strategi, ið nýtt verður á tøka økinum og skapar karmar hjá vinnuni at virka.
Til seinast vil eg ynskja vinnuni, kommununi og Føroya landi tillukku og gera orðini hjá Rønn Eliassen, mentanarleiðara, til míni: “Sum perlur á rað, liggja tey altjóða virkini, sum bjóða av í heims høpi. Smæðast ikki burtur, men finna áhaldandi nýggjar leiðir.”
Fuglafjørður tann 3. oktober 2016
Sigurð S. Simonsen
býráðslimur og vinnunevndarlimur