Broytingin í grein 266B í revsilógini, sum eisini koma at fevna um samkynd, kostaði Tjóðveldinum ein tingmann. Hesaferð er tað ósemja í tilgongdini til nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, sum kostar flokkinum ein tingmann. Hóast Tjóðveldi síðani systemskiftið í 1998 hevur fingið átta tingfólk vald á ting, so er hetta aðru ferð, at tingbólkurin bert telur sjey tingfólk ? og hetta er aðru ferð, at ein tingmaður mynstrar av tjóðveldisskútuni.
Fyrra ferðin var, tá Karsten Hansen undan seinasta vali meldaði seg úr Tjóðveldinum, eftir at øll í flokkinum uttan hann tóku undir við umstíddu broytingini í grein 266b í revsilógini, sum nevndi samkynd. Hann fór upp í tingbólkin hjá Miðflokkinum og varð valdur á valinum í 2008.
Hesaferð er tað stjórnarskipanaruppskotið, sum hevur elvt til stríð - og ført til, at flokkurin missir ein tingmann.
Í 2004 var eitt annað persónligt eljustríð millum Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen. Men áðrenn tað kom so langt, at Tórbjørn Jacobsen meldaði seg úr flokkinum, ella at hann varð koyrdur úr flokkinum, skrivaði Anders Fogh Rasmussen út nýval. Tá bað Høgni Hoydal um »time-out« í stríðnum, sum síðani steðgaði.