AaB brúkar høvdið best

Hagtøl verða førd yvir næstan alt í ítróttarheiminum nú á døgum, og fyrr í dag kundi danska heimasíðan bold.dk siga frá, at felagið hjá Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen, AaB, hevði fingið flest mál við høvdinum í ársins SAS-liga-kapping.

AaB hevur fingið heili 11 mál við høvdinum, meðan næsta liðið á listanum er Esbjerg, sum bert hevur skorað seks ferðir við høvdinum. Tann spælarin, sum oftast hevur skallað bóltin í málið, er Jeppe Curth hjá AaB við fimm ferðum, meðan álopsmakkarin hjá honum, Rade Prica, hevur skallað í málið tríggjar ferðir.