AaB eitt stig á útivølli

Eftir stóran lúsing í Randers mitt í viku eydnaðist tað AaB í dag at vinna eitt stig á útivølli.

Horsens hevði heimavøll í Fredericia, og úrslitið var 1-1, eftir at AaB hevði verið á odda.

Bæði Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen vóru millum teir fyrstu ellivu hjá AaB. Jón Rói var alla tíðina í miðverjuni, og Súni varð skiftur út miðskeiðis í 2. hálvleiki.

Horsens misnýtti brotsspark í 2. hálvleiki.