AaB nærkast metinum

Áhugin fyri fótbólti í Aalborg er so stórur, sum hann sjáldan hevur verið. AaB liggur fremst í superliguni, og tað fær rættiliga fólk at leita til heimadystirnar hjá felagnum. Undan dystinum ímóti OB sunnudagin, eru 10.000 atongumerki seld í forsølu. Ongantíð áður hava tað verið meira enn 11.200 áskoðarar á Aalborg Stadion, og tað er møguleiki fyri, at metið verður tikið hetta vikuskiftið. Í AaB skulu tey 11 ár aftur í tíðina fyri at finna slíkan fótbóltsáhuga sum nú.