AaB spældi uttan orku

AaB og FC Midtjylland spældi ein málleysan venjingardyst um vikuskiftið. Hetta var seinasti venjingardysturin undan fyrsta dystinum í superliguni, sum nú byrjar aftur. Eingin føroyskur spælari var á liðnum hjá AaB, tí báðir eru skaddir. Venjarin hjá AaB ásannaði eftir dystin, at liðini høvdu spælt uttan tað stóra hugflogið.
- Eg skal ikki fjala út yvir, at liðini spældu bæði uttan orku og hugflog, men tað kemst helst av, at venjingin hjá bæði okkum og teimum hevur verið hørð seinastu tíðina, segði Erik Hamrén.