Í gjár vann AaB - uttan føroyingar á liðnum – toppdystin í superliguni ímóti FC Midtjyllandi. Eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði AaB. Eftir dystin helt onkur av spælarunum hjá FCM fyri, at AaB spælir primitivan fótbólt, men tað leggja teir einki í hjá AaB. - Vit vóru betur enn FC Midtjylland, og vit vunnu fult uppiborið, segði toppskjúttin Rade Prica eftir sigurin í gjár. AaB liggur javnt í stigum við FCK í toppinum í superliguni.