Longu eftir 15 minuttirs spæl skoraði Andreas Johansson eftir eina góða sending frá Thomas Enevoldsen fyri AaB í útidystinum í Viborg, og gjørdist hetta eisini endaliga úrslitið. 6.000 áskoðarar sóu dystin har hvørki Súni Olsen ella Jón Rói Jacobsen vóru ímillum teir 11, sum byrjaðu inni hjá Viborg FF og AaB. AaB hevði nógvar málmøguleikar til at økja um leiðsluna, men teir tóku ikki av. Beint fyri leiklok hevði Viborg ein risamøguleika til at javna, men ungi málverjin hjá AaB, Kenneth Stenild hevði eina fantombjarging, sum bjargaði AaB sigurin. AaB hevur nú 59 stig, FC Midtjylland 50 og FC Keypmannahavn 48 stig. AaB hevur 5 dystir eftir í SAS-liguni. Ófriður var á áskoðaraplássinum hjá AaB-viðhaldsmonnunum í hálvleikssteðginum. Ein AaB-viðhaldsmaður tveitti eitt rómverjaljós á vøllin, og tá vaktarmennirnir royndu at vísa manninum burtur frá leikvøllinum elvdi tað til rok, og bardagi var millum vaktarmenn og nakrar AaB-viðhaldsmenn. Løgreglan kom tó skjótt uppí leikin.