AaB tapti heima

Felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen, AaB, spældi í gjár á heimavølli ímóti OB, men enn einaferð mátti liðið hjá føroysku landsliðsleikarunum ásannað, at tað ikki gongur heilt eftir vild.

OB vann nevniliga dystin 3-2, eftir at teir eisini høvdu ført 2-1 í hálvleikinum. Súni Olsen var slett ikki í hópinum hjá AaB til henda dystin, meðan Jón Rói Jacobsen byrjaði á beinkinum. Hann kom á vøllin í 86. minutti fyri José Mota.