AaB vann fjórða dystin á rað

Føroysku spælararnir sleppa framvegis ikki upp í part í superligaliðnum AaB. Hvørki Súni Olsen ella Jón Rói Jacobsen vóru á vøllinum, tá ið AaB vitjaði í Lyngby sunnudagin. Heili sjey mál vórðu skotin í dystinum, og Aab skoraði fýra av teimum. Hetta var fjórði sigurin á rað hjá AaB, sum eftir eina heldur trilvandi byrjan er komið fyri seg.