Tað gongur væl fíggjarliga í danska fótbóltsfelagnum AaB, har Gilli Rólantsson spældi fram til í fjør summar. Tað framgongur á ársuppgerðini fyri 2016, sum felagið nú hevur kunngjørt.
Felagið hevði í 2016 eitt yvirskot á 7,1 millión krónur eftir skatt. Hetta er eitt væl betri úrslit enn árið fyri, tá ið yvirskotið var 500.000 krónur. Umsetningurin í 2016 var góðar 74 milliónir krónur.
Tað vóru sølurnar av leikarum, sum tryggjaðu AaB yvirskot. Mestu pengarnar góvu sølurnar av Lukas Spalvis til Sporting Lissabon og Nicolaj Thomsen til Nantes.
Eisini sølan av Gilla Rólantsson til SK Brann verður nevnd í uppgerðini, har tað verður upplýst, at AaB tjenti tilsamans 12,9 milliónir krónur upp á at selja spælarar í fjør.
Fyri 2017 væntar AaB at hava eitt yvirskot á umleið 15 milliónir krónur, og tað er serliga eftir søluna av Christian Bassogog til kinesiska Henan Jianye fyrr í ár.